Brobberstova


Brobberstova
tlf. 219185

Vit eru ein vøggustova við 14 børnum og 4 starvsfólkum.

Tað sum er grundarsteinurin í vøggustovuni er nærvera, tryggleiki og foreldrasamstarv.

Vit leggja stóran dent á innkoyringar, hettar so at børn og foreldur koma væl inn í húsið og føla seg væl inni á stovuni. Eisini hava vit eitt tætt samstarv við foreldrini hvønn dag, vit spyrja foreldrini um ráð, og siga teimum frá um dagligdagin hjá barninum her.

Okkara arbeiði er mest møguligt á gólvinum, í barnahædd, vit spæla, lesa søgur og eri til taks hjá barninum,  tá tey hava tørv á tí.

Vit leggja eisini stóran dent á málmenning, vit syngja nógv, lesa nógv søgu og hava málspøl.

Eisini eru vit nógv úti í okkara stóra góða garði og spæla. Her eru sera góðir karmar til at mennast og stimbrast á allan hátt.

Hvønn týsdag eru vit í Fimi við teimum størru børnunum.



Starvsfólk :  - Haldóra Holm, námsfrøðingur.

                   - Guðrið Thomsen, hjálparfólk

                   - Gisla Poulsen, hjálparfólk.

                   - Kristina Johannesen, hjálparfólk.

                   






«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Samband

Leiðari
Eyð Skúvadal
Tlf: 319180 / 510490



Stovurnar

Sóljustova:       Tlf:  21 91 87
Brobberstova:    Tlf:  21 91 85
Smærustova:     Tlf:  21 91 86
Børkustova:    Tlf: 219194
Húsavørður

Páll
Tel.:            22 08 29