Málsetningur/Profilur

 

 

Málið hjá okkum

Málið hjá okkum er at skapa ein gerandisdag har vit øll - børn, foreldur og starvsfólk - trívast og mennast. Vit vilja skapa eitt trygt og gott umhvørvi, og leggja dent á tryggleika og umsorgan fyri ymiskleikanum hjá einstaka barninum.
Vil vilja skapa eitt stað, har børnini brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspælinum við onnur.

Spæl er ein nátturligur partur av gerandisdegnum hjá børnum, og mennast tey nógv í spælinum. Vit vilja skapa góðar karmar fyri góðum og mennandi spæli fyri øll børnini - bæði inni og úti.

 

 

Samstarv

Vit leggja dent á, at hava eitt gott og opið samstarv og samskifti millum starvsfólk og foreldur.
Um tað er okkurt, sum foreldrini ikki trívast við her á stovninum, kann tað vera trupult hjá barninum at trívast. Barnið verður trygt, tá foreldur útstrála, at her er gott at vera - og tað er tað, vit ynskja. Tað er tí av alstórum týdningi, at vit hava eitt opið og ærligt samskiftið, og at vit tosa opið og ærligt saman fyri at loysa møguligum trupulleikum.

Fyri okkum merkir trivnaður, at vit saman skapa eitt stað, har vit trívast:                                                - at børn og vaksin kenna seg væl í húsinum.

- at vit viðurkenna og virða ymiskleikan.

- at vit stuðla og menna børnum og vaksnum - geva okkum stundir at síggja hvønn annan og vera saman.

- at vit hava ein deiligan og stutligan dag saman.

 

 

Tá barnið byrjar her hjá okkum

Tað er umráðandi, at barnið fær eina góða byrjan á stovninum. Fyri barnið er alt nýtt og ókunnugt.

Vit vita av royndum, at tað er lættari fyri barni ðat trívast, um tað fær eina bleyta byrjan. Barnið skal tí stigvíst byrja at vitja okkum nakrar ferð, áðrenn tað byrjar á stovninum. Barnið skal hava stuttar dagar teir fyrstu dagarnar. Tað er av stórum týdningi, at starvsfólk og foreldur tosa saman um, hvussu tað gongur hjá barninum.

Vit vita, at tað er ikki lætt at fara frá einum grátandi barnið. Tit eru altíð vælkomin at ringja og hoyra hvussu barnið hevur tað. Starvsfólkið er altíð tilreiðar at tosa við tykkum um barnið.

 






«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Samband

Leiðari
Eyð Skúvadal
Tlf: 319180 / 510490



Stovurnar

Sóljustova:       Tlf:  21 91 87
Brobberstova:    Tlf:  21 91 85
Smærustova:     Tlf:  21 91 86
Børkustova:    Tlf: 219194
Húsavørður

Páll
Tel.:            22 08 29