Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið Undir Brúnni eftir tveimum námsfrøðingum, at byrja 7.august 2017.

VIT SÓKNAST EFTIR TVEIMUM NÁMSFRØÐINGUM TIL BARNAGARÐDSSTOVU:

2 nàmsfrøðingar 35 tímar um vikuna

Størvini eru til setan í 7.august 2017 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri minni/meira tímatali um vikuna. Um ongin námsfrøðingur søkur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkaða starv.

HVØRJI ERU VIT?

Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. 1.apríl 2017, bleiv stovnurin broyttur frá at hava 3 aldurs-uppbýtar stovur, til at hava 2 vøggustovur uppiá og 2 barnagarðsstovur niðriundir. Stovurnar hava eitt tætt námsfrøðiligt arbeiði í dagligdegnum m.a. við sparring, aktivitetum og ymiskum verkstøðum í gjøgnum árið.

Eisini hava vit ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi, og sum gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar. Vit liggja í einum friðarligum økið og hava stutta leið út í náttúruna og vit hava gott bussamband til allan býin.

VIT VANTA AV TÆR AT TÙ:

ert blíð, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit

 hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt

 ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

 dugir at grunda yvir egið arbeiði

 ert sinna/ður at arbeiða í eini broytingartíð

 ynskir at vera ein partur av starvsfólkatoyminum

 við tímum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivna, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum

Hettar so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGSRMIKIÐ STARV:

har viðurkenning er grundarlagið fyri trivna, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum.

 fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar í dagligdegnum

 har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur í dagligdegnum

 har foreldrasamstarv hevur stóran týdning

 har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiði

SETANARVIÐURSKIFTI Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til torshavn@torshavn.fo, ella til Tórshavnar Kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin 14.juni 2017 kl.12.00. MEIRA FÆST AT VITA Um starvið, og stovnin, við at venda sær til Eyð Skúvadal, Stovnsleiðara, telefon 319180 ella 510490 og við at vitja heimasíðu okkara www.undirbrunni.fo





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Samband

Leiðari
Eyð Skúvadal
Tlf: 319180 / 510490



Stovurnar

Sóljustova:       Tlf:  21 91 87
Brobberstova:    Tlf:  21 91 85
Smærustova:     Tlf:  21 91 86
Børkustova:    Tlf: 219194
Húsavørður

Páll
Tel.:            22 08 29