Heystarverkætlanin 2016

 

Ì viku 39 og 40 hava vit eina hestarverkætlan á stovninum. Endamáli við hesi verkætlan er at børnini kenna ein part av teimum møguleikum árstíðirnar hava at bjóða og at tað gjøgnumgangandi er ein saman hangur í tí vit arbeiða við ígjøgnum árið.

So tá vit í vár fóru at sáa ymiskt inni á stovunum, sum vit seinni setti út í urtagarðin, er hettar ein náttúruligur partur at vit nú taka upp og gera brúk at tí vit hava fingið burturúr. 

Børnini eru somuleiðis við til at rudda, koyra burturkast vek og gera allan garðin kláran til veturin.

Eisini hava vit her ein møguleika at arbeiða uppá tvørs á stovunum, bæði børn og vaksin hava møguleika at vera saman á annarleiðis og m.a. síggja ymisleikarnar hjá hvør øðrum á ein annan hátt.  

Tit enda viku 39 við at gera ein góðan døgurða og borðreitt verður við fiskafrikadellum, nýggjum eplum og gularótum.

Børnini eru við til at turka urtir og gera urta salt, gera rabarbusúltutoy, og øll fáa eitt sindur við heima til familjuna, at smakka.

Ì viku 40 hava vit heystarverkstað, her arbeiða vit uppá tvørs av stovunum og gera ymiskt kreativt, vit klippa, klistra og gera m.a. brúk av tilfari úr náttúruni.






«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Samband

Leiðari
Eyð Skúvadal
Tlf: 319180 / 510490



Stovurnar

Sóljustova:       Tlf:  21 91 87
Brobberstova:    Tlf:  21 91 85
Smærustova:     Tlf:  21 91 86
Børkustova:    Tlf: 219194
Húsavørður

Páll
Tel.:            22 08 29