Kunning viðvíkjandi útbygging av vognskúrinum.

Nú vit byrja aftur eftir summarfrítíðina er arbeiði við at útbygga vognskúrin byrja. Arbeiði skal vantandi vera liðugt 1.okt..

Fyri at tryggja okkum at børnini ikki eru í vanda hesa tíðina, verður arbeiðshegn sett framvið vognskúrin mánadagin 7.aug.

Hettar ger tað at vit bert hava eina inngongd uppiá, tvs. at øll foreldur í Brobberstovu og Børkustovu, koma at ganga inn í gjøgnum Børkustovu, al-rúmið verður burturav brúkt til vognar.

Ímeðan arbeiði fer fram, verður bert tann niðari parturin av garðinum brúktur til at spæla í, t.v.s. at súkkling og bóltspæl í garðinum, heldur ein støðg, hesa tíðina.

Súkkluskúrurin verður brúktur til vognskúr hesa tíðina.

Best um vit øll, bæði starvsfólk og foreldur, hjálpast at og vísa tolsemi, hesa tíðina arbeiði fer framm.

Tit eru sjálvandi altíð vælkomin at tosa, ringja ella skriva, um tit hava eitthvørt uppá hjarta.

Vinarliga
Eyð,
tlf: 510490 og email: eydsku@torshavn.fo




«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Samband

Leiðari
Eyð Skúvadal
Tlf: 319180 / 510490



Stovurnar

Sóljustova:       Tlf:  21 91 87
Brobberstova:    Tlf:  21 91 85
Smærustova:     Tlf:  21 91 86
Børkustova:    Tlf: 219194
Húsavørður

Páll
Tel.:            22 08 29